Dátuverndarkunning
Vit lurta, ráðgeva og arbeiða fyri tínum rættindum — hvønn einasta dag.
Privatlívspolitikkur
Hesin privatlívspolitikkur lýsir, hvussu Brekumboðið savnar inn, nýtir og goymir persónupplýsingar í sambandi við arbeiðið hjá Brekumboðnum.
Vit handfara persónupplýsingar í samsvari við galdandi lóggávu og leggja stóran dent á, at upplýsingar verða viðgjørdar á ein tryggan og ábyrgdarfullan hátt, við virðing fyri privatlívinum hjá tí einstaka.
Hvat merkir persónupplýsingar?
Við persónupplýsingum verður meint ein og hvør upplýsing, sum beinleiðis ella óbeinleiðis kann knýtast at einum ávísum persóni. Hetta kann m.a. vera navn, bústaður, teldupostur, telefonnummar, P-tal ella upplýsingar um heilsu og sosialar umstøður.
Dátuábyrgd
Brekumboðið er dátuábyrgdari fyri tær persónupplýsingar, sum verða viðgjørdar í sambandi við áheitanir, mál ella annað virksemi hjá Brekumboðnum.
Upplýsingarnar kunnu stava frá tær sjálvum, men kunnu eisini koma frá øðrum almennum myndugleikum, kommunum, stovnum, fyritøkum ella borgarum. Har tað er neyðugt fyri at røkja uppgávurnar hjá Brekumboðnum, kann stovnurin eisini sjálvur savna inn upplýsingar frá øðrum.
Endamál og lógargrundarlag fyri viðgerð
Brekumboðið hevur til endamáls at virka fyri, at fólk við breki fáa síni rættindi vird, herundir at fylgja við, vegleiða og gera tilmæli í sambandi við galdandi lóggávu og altjóða Brekrættindasáttmálan.
Viðgerð av persónupplýsingum fer í flestu førum fram sum liður í almennari myndugleikaútinnan.
Vanligar persónupplýsingar verða í høvuðsheitum viðgjørdar við heimild í § 8, stk. 1, nr. 3 og/ella 5 í dátuverndarlógini.
Viðgerð av P-tali fer fram sambært § 16, stk. 1 í dátuverndarlógini, tá ið tað er sakliga grundað.
Viðkvæmar persónupplýsingar, eitt nú heilsuupplýsingar, verða viðgjørdar í samsvari við § 12, stk. 1, nr. 1–3 í dátuverndarlógini.
Atgongd til upplýsingar
Einans starvsfólk, sum hava sakligt tørv á persónupplýsingunum í sambandi við eitt mál ella aðrar uppgávur hjá Brekumboðnum, hava atgongd til upplýsingarnar.
Goymslutíð
Persónupplýsingar verða goymdar so leingi, sum tað verður mett neyðugt fyri at røkja uppgávurnar hjá Brekumboðnum og fyri at lúka krøv í galdandi lóggávu, herundir reglur um skjalasøvn.
Umsóknir í sambandi við starvssetan verða vanliga burturbeindar eitt ár eftir, at endalig avgerð er tikin, um ikki annað er avtalað.
Víðarigeving av upplýsingum
Persónupplýsingar verða bert víðarigivnar, tá ið tað er neyðugt fyri at kunna røkja uppgávurnar hjá Brekumboðnum ella tá ið víðarigeving er kravd sambært lóggávu. Upplýsingar kunnu eisini verða latnar øðrum almennum myndugleikum, tá ið tað er neyðugt fyri teirra virksemi og sambært reglum um innlit.
Tíni rættindi
Tú hevur sambært dátuverndarlógini m.a. hesi rættindi:
- Rætt til kunning (§§ 23-25)
- Innlitsrætt (§ 26)
- Rætt til rætting (§ 27)
- Rætt til striking (§ 28)
- Rætt til viðgerðaravmarking (§ 29)
- Rætt til dátuflutning (§ 31)
- Rætt til mótmæli (§§ 32-34)
- Rætt til ikki at vera fyri avgerð, sum einans er grundað á sjálvvirkna viðgerð, undir hesum profilering
Meiri kunning um tíni rættindi er at finna á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum: www.dat.fo.
Klagumøguleikar
Metir tú, at Brekumboðið ikki viðger tínar persónupplýsingar í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, kanst tú leggja fram klagu til Dátueftirlitið.
Dátuverndarfólk
Brekumboðið hevur knýtt at sær eitt dátuverndarfólk, sum kann svara spurningum um dátuvernd og veita vegleiðing um rættindini hjá tær.
Teldupostur: brekumbod@brekumbod.fo
Telefon: +298 401400
Samband
Brekumboðið
Klaksvíksvegur 77
700 Klaksvík
Telefon: +298 401400
Teldupostur: brekumbod@brekumbod.fo
Privatlívspolitikkurin varð seinast dagførdur 3. februar 2026