Uppgávur hjá Brekumboðnum
Uppgávurnar hjá Brekumboðnum fevna vítt
Uppgávur hjá Brekumboðnum
Brekumboðið hevur eftirlit við, at lóggáva, tænastur og tilboð eru í samsvari við sáttmálan hjá ST um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek.
Eisini kann Brekumboðið veita ráð og vegleiðing til fólk, ið bera brek um rættindi teirra, kærumøguleikar og klagumøguleikar.
Brekumboðið kann eisini veita ráð og vegleiðing til almennar myndugleikar, almennar og privatar stovnar og fyritøkur, fakfeløg og áhugafeløg um spurningar viðvíkjandi rættindum, kærumøguleikum og klagumøguleikum hjá fólki, ið bera brek.
Aðrar uppgávur eru eitt nú at veita kunning og frálæru við tí endamáli at fáa fram virðing fyri rættindum hjá fólki, ið bera brek.
Eisini ger Brekumboðið frágreiðingar og kanningar um viðurskifti hjá fólki, ið bera brek.
Harumframt skal Brekumboðið birta kjak um spurningar, ið eru um rættindini hjá fólki, ið bera brek.
Brekumboðið skal eisini hoyra fólk, ið bera brek, og áhugafeløg á økinum.
Brekumboðið skal eisini koma við hoyringarsvarum og ráðgeving í samband við lógararbeiði.
Á hvørjum ári ger Brekumboðið eina ársfrágreiðing um virksemið sítt. Frágreiðingin verður almannakunngjørd, og verður eisini latin Løgtinginum, Kommunufelagnum og nevndini fyri Brekumboðið.
Ring 40 14 00
Vit svara telefonini mánadag – fríggjadag kl. 09.00–15.00
Vit ráðgeva á føroyskum og royna at laga okkum eftir øðrum málum eisini.
We speak Faroese and work to accommodate other languages.
