TEMA: ST - sáttmálin

Sáttmálin hjá ST um rættindi hjá fólki, ið bera brek, hevur nógvar ymiskar ásetingar um, hvussu fólk, ið bera brek, fáa somu rættindi, sum onnur.

Í hesum temapartinum fara vit komandi vikurnar at viðgera nøkur teirra í stuttum brotum.

Atkoma

Atkoma er eitt breitt hugtak. Tað snýr seg um at sleppa inn í bygningar, tað snýr seg um at sleppa at nýta samferðslu, gongurbreytir og annað.

Men atkoma er eisini at sleppa framat vitan, tíðindum, upplýsingum tænastum og øðrum.

Tí eigur at verða skipað fyri, at til ber hjá rørslutarnaðum og øðrum at sleppa framat.

Men eisini er umráðandi at hava teknmál, tekst, upplestur og annað í huga, tá tiltøk ella annað er á skrá.

Hetta er galdandi fyri land og kommunur, men hetta er eisini eisini galdandi fyri privatar fyritøkur, sum veita tænastur og hentleikar til almenningin, t.d. peningastovnar.

TEMA: ST - sáttmálin

Tú hevur eisini rættindi

Føroyar hava tikið undir við Brekrættindasáttmálanum hjá ST.

Tí hava Føroyar eisini bundið seg at fylgja honum.

Fólk, ið bera brek, hava somu rættindi sum øll onnur.

Uppgávan hjá Brekumboðnum er at arbeiða fyri, at hetta eisini verður framt í verki.

Hvussu fáa vit hjálpt tær?

Brekumboðið er sett á stovn fyri at stuðla og kunna. Vit lurta, geva ráð og virka vegna teirra, sum hava tørv á verju av sínum rættindum.

Vit ráðgeva

Vit lurta, ráðgeva og arbeiða fyri tínum rættindum — hvønn einasta dag. Ring ella skriva bara til okkum.

Vit verja rættindi

Vit arbeiða fyri at verja tíni rættindi sambært altjóða brekrættindasáttmálanum og føroyskum lógum.

Vit kunna

Vit veita kunning um tíni rættindi og hvussu tú fært atgongd til tann stuðul, tú hevur tørv á.