Um Brekumboðið

Vit arbeiða fyri at fremja rættindi og møguleikar hjá fólki við breki.

Lógin um Brekumboð varð samtykt í Løgtinginum í mars 2024.

Lógin kom í gildi 1.januar 2025.

Fyrsta Brekumboðið varð sett í starv 1.oktober 2025.

Sambært lógini, so kann Brekumboðið úttala seg um viðurskifti innan virkisøki hjá Brekumboðnum.

Brekumboðið er ikki málsviðgeri, og fer ikki inn í mál hjá einstaklingum.

Í lógini er staðfest, at “Brekumboðið kann bert úttala seg um yvirskipað viðurskifti, og ikki um viðurskifti hjá einstaklingum.”

Brekumboðið kann úttala seg, men tekur ikki avgerðir.

Brekumboðið er sjálvstøðugur og óheftur stovnur.

Søgan um Brekumboðið

Í 2009 kom Breksáttmálin hjá ST í gildi í Føroyum.

Sáttmálin skal fremja, verja og tryggja rættindini hjá fólki, ið bera brek.

18.desember 2023 legði táverandi landsstýriskvinnan í Almannamálum uppskot fyri Løgtingið um Brekumboð.

20.mars 2024 samtykti eitt einmælt Løgting uppskotið við triðu viðgerð.

Lógin kom í gildi 1.januar 2025.

Fyrsta Brekumboðið er Eilif Magnusson Arge. Hann tók við starvinum 1. oktobur 2025.

Høvuðsuppgávurnar hjá Brekumboðnum eru millum annað:

Hava eftirlit við, at lóggávan, tænstur og tilboð eru í trá við Brekrættindasáttmálan hjá ST.

Ráðgeva og vegleiða um spurningar viðvíkjandi rættindum, kæru - og klagumøguleikum.

Gera frágreiðingar, kanningar og kunningartilfar.

Seta mál á dagskrá um rættindi hjá fólki, ið bera brek.

Virka fyri, at røddin hjá fólki, ið bera brek, gerst týðuligari í almenna rúminum

Nevndin fyri Brekumboðið

Sjey fólk eru í ráðgevandi nevndini fyri Brekumboðið.

Forfólkið í MEGD er fastur limur í nevndini.

Eftir tilmæli frá umboðum fyri løntakarar, arbeiðsgevarar, kommunurnar, almannaøkið, heilsuøkið og skúlaøkið, tilnevnir landsstýrisfólkið hinar limirnar.

Limirnir og varalimirnir verða valdir fyri fýra ár í senn.

Nevndin skipar seg sjálv.

Hesi sita í nevndini fyri Brekumboðið

Súsanna Funding, umboðar løntakarar.

Svanna Dam Joensen, umboðar arbeiðsgevarar.

Jákup Foldbo, umboðar kommunurnar.

Teitur Jóannesarson, umboðar almannaøkið.

Eydna Iversen Lindenskov, umboðar heilsuøkið.

Rubek S. Lilaa, umboðar skúlaøkið.

Ása Olsen, umboðar MEGD.

Fólk

Hvørji eru vit?

Umframt Brekumboðið er eisini ein fulltrúi í starvi hjá Brekumboðnum.

Eilif Magnusson Arge
Eilif Magnusson Arge
Brekumboð
eilif@brekumbod.fo
Beinta Løwe
Beinta Løwe
Fulltrúi
beinta@brekumbod.fo

Lógir og endamál

Føroyar hava tikið undir við sáttmálanum hjá ST um brekrættindi. Tí hava Føroyar bundið seg til at arbeiða fyri rættindum hjá fólki, ið bera brek

Fólk við breki skulu hava somu møguleikar sum øll onnur