Brekumboðið opið hús á Sjómannadegnum
Leygardagin 22.august, tað er á Sjómannadegnum, hevur Brekumboðið opið hús frá klokkan 11 til klokkan 14.
Leygardagin 22.august, tað er á Sjómannadegnum, er opið hús hjá Brekumboðnum. Opið er frá klokkan 11 til klokkan 14.
Brekumboðið er nýggjur stovnur, og lat upp 1.oktober í fjør.
“Hølini hjá Brekumboðnum er í økinum, har Sjómannadagurin verður hildin, og tí er høvið at vísa almenninginum stovnin,” sigur Eilif M.Arge, brekumboð.
Opið er millum klokkan 11 og 14 leygardagin 22. august.
Brekumboðið heldur til á Klaksvíksvegi 77 á niðastu hædd.