Móttøka hjá Brekumboðnum

Fríggjadagin 6.februar var móttøka í hølunum hjá Brekumboðnum í Klaksvík. Brekumboðið er nýggjur stovnur og fór til verka 1.oktober.
Nógv fólk vóru á gátt og heilsaðu uppá Brekumboðið.
Margit Stóra, landsstýriskvinna í Almanna og Heilsumálum, helt røðu. Í røðuni segði hon millum annað:
"Við Brekumboðnum fáa vit eina sjálvstøðuga og greiða rødd, sum skal virka fyri, verja og hava eftirlit við rættindunum hjá fólki, ið bera brek. Hetta styrkir brekøkið, men eisini okkara samfelag sum heild."
Eilif Magnusson Arge, Brekumboð, vísti í sínari røðu á, at tað, at politiska skipanin valdi at seta Brekumboðið á stovn vísur, at samfelagið er tilvitað um, at virða rættindi hjá fólki, ið bera brek:
"Tit hava raðfest at seta ein sjálvstøðugan stovn, ið skal duga og tora at minna politisku skipanina, umsitingina og samfelagið á, at tað at virða rættindi hjá fólki, ið bera brek, ikki eru eitt val – men ein skylda."
Forkvinnan í MEGD, Ása Olsen, borgarstjórin í Klaksvíkar Kommunu, Karl H. Johansen, og Tóra við Keldu, fyrrverandi forkvinna í MEGD, hildu eisini røðu.