Niðurstøða hjá Brekumboðnum í samband við flyting av stovnum
Brekumboðið hevur gjørt niðurstøðu í máli, har broytingar vórðu gjørdar á stovnum undir Almannaverkinum í samband við Fíggjarlógina 2026.
Niðurstøða hjá Brekumboðnum um handfaringina av umskipan og flytingum av bú-og umlættingartilboðum hjá Almannaverkinum.
Tá uppskotið til Fíggjarlóg fyri 2026 var lagt fram gjørdist greitt, at fleiri ætlaðar broytingar vóru í virkseminum innan bú- og umlættingartilboð hjá Almannaverkinum. Brekumboðið fekk fleiri fráboðanir um handfaringina av málinum.
Broytingarnar vórðu gjørdar sum partur av sparingum í samband við uppskotið til Fíggjarlóg 2026.
Í fráboðanunum varð dentur millum annað lagdur á eina ónøktandi tilgongd og væntandi kunning í samband broytingar og umskipan av tilboðum hjá Almannaverkinum. Brekumboðið hevur kunnað seg um málið hjá Almannaverkinum og hjá Almanna- og Heilsumálaráðnum.
Almannaverkið sigur í svari til Brekumboðið, at borgarar vórðu ikki hoyrdir, tí Almannaverkið metti at málið varð fevnt av tagnarskyldu, tí talan var um lógarfyrireikandi arbeiði. Almannaverkið vísur á, at Almannaverkið hevði lagt eina ætlan í mun til kunning av borgarum og avvarðandi. Kunningin kundi tó ikki fremjast sum ætlað, tí broytingarnar á stovnunum vórðu almannakunngjørdar í uppskotinum til Fíggjarlóg 2026, tað vil siga, áðrenn Almannaverkið hevði kunnað borgarar og avvarðandi.
Almanna og Heilsumálaráðið sigur í svari til Brekumboðið, at kunningin um umskipanina av misgáum kom út til almenningin við fíggjarlógaruppskotinum, áðrenn borgararnir og teirra avvarðandi vóru kunnaði.
Brekumboðið vísur á, at serlig viðurskifti eru galdandi, tá talan er um borgarar, ið bera brek, tí grein 4.stk.3. í Brekrættindasáttmálanum hjá Sameindu Tjóðum staðfestir, at fólk, ið bera brek, skulu takast við uppá ráð, áðrenn avgerðir, ið viðvíkja teimum, verða tiknar.
Brekumboðið metir tí, at framferðin hjá Almanna og Heilsumálaráðnum og Almannaverkinum í mun til vantandi og rættstundis kunning av borgarum og avvarðandi, als ikki var nøktandi.
Brekumboðið heitir á Almanna og Heilsumálaráðið og Almannaverkið at seta mannagongdir í verk, ið tryggja, at líknandi støður ikki endurtaka seg.
Til ber at lesa alt álitið hjá Brekumboðnum niðanfyri.
------
Brekumboðið staðfestir, at flytingar innan bú- og umlættingartilboð hjá Almannaverkinum eru framdar í samband við tillagingar í nú samtyktu Fíggjarlógini fyri 2026.
Málið gevur ábendingar um, at tilgongdin í samband við avgerðina og íverksetanina av flytingini ikki hevur verið í samsvari við grundleggjandi krøv og skyldur um hoyring og luttøku.
Sambært brekrættindasáttmálanum hjá Sameindu Tjóðum, sum Føroyar hava bundið seg at fylgja, hava myndugleikar skyldu at tryggja, at fólk við breki og feløg, ið umboða tey, verða virknir partar í tilgongdum, ið ávirka lív, tænastur og rættindi teirra. Hetta er greitt ásett í grein 4, stk. 3, har kravt verður at fólk, ið bera brek og avvarandi teirra – herundir feløg, verða hoyrd og tikin uppá ráð í góðari tíð og á skipaðan hátt.
Harumframt áleggur Brekrættindasáttmálin í grein 4, stk. 2., at myndugleikar skulu tryggja, at broytingar í skipanum og tænastum ikki hava afturstig við sær í rættindum, uttan at hetta er neyvt greinað, grundað og skjalfest. Tí eigur at verða mett um avleiðingar av møguligum avgerðum – bæði sosialar, menniskjaligar og fíggjarligar avleiðingar -, áðrenn avgerðir verða tiknar.
Eisini er grein 19 í Brekrættindasáttmálanum viðkomandi í hesum sambandi, tá ið broytingar innan bú- og umlættingartilboð kunnu hava ávirkan á møguleikan hjá fólki, ið bera brek, at liva eitt sjálvstøðugt lív við støðufesti og samanhangi í tænastum. Hetta setur serliga høg krøv til fyrireiking, hoyringar og tilgongdir í slíkum málum.
Brekumboðið ger vart við, at rætta tilgongdin í slíkum málum ikki er ein tekniskur ella fyrisitingarligur smálutur, men ein grundleggjandi partur av rættindum hjá fólki, ið bera brek.
Brekumboðið heldur tí, at tað er avgerandi, at myndugleikar í samband við tillagingar og nýskipanir tryggja, at galdandi lógir og altjóða mannarættindaskyldur verða virdar til fulnar
Samandráttur av málinum
Umframt at hava hoyrt frá teimum ið avgerðin rakar og frá avvarðandi feløgum, hevur Brekumboðið eisini kunnað seg um málið hjá Almannaverkinum og hjá Almanna- og Heilsumálaráðnum.
Málið tekur støði í ætlaðum sparingum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026.
Tann 30. mai 2025 kunnaði táverandi Almanna- og Mentamálaráðið Almannaverkið um, at landsstýrismaðurin kannaði møguleikan at gera tillagingar í rakstrinum fyri umleið 10 mió. kr. á rakstrarkontum undir Almannaverkinum. Almannaverkið varð biðið um at koma við uppskoti til, hvussu virksemið kundi tillagast fyri at røkka hesum og meta um avleiðingarnar av hesum.
Almannaverkið legði fram uppskot um at flyta borgarar av Frítíðarheiminum í Havn til Virknis- og Umlættingardepilin á Sandi og samstundis at flyta part av virkseminum av deplinum á Sandi til Skálagarð í Klaksvík.
Uppskotið bygdi á eina fakliga og fíggjarliga meting hjá Almannaverkinum, har endamálið var at laga virksemið til fíggjarliga rásarúmið í 2026 samstundis sum faklig atlit vórðu tikin.
Táverandi landsstýrismaðurin tók undir við uppskotinum hjá Almannaverkinum. Sambært svarinum frá ráðnum var tað sostatt Almannaverkið, ið legði fram fakliga og fíggjarliga grundarlagið, meðan politiska skipanin góðkendi broytingarnar.
Sambært Almannaverkinum varð samskift við politisku skipanina frá 30. mai 2025 og fram til umleið hálvan august 2025 í sambandi við fíggjarlógararbeiðið.
Innanhýsis fyrireikingar til flytingarnar byrjaðu í seinnu helvt av august 2025.
Almannaverkið staðfestir greitt, at avgerðin um at flyta virksemið var ein beinleiðis avleiðing av ætlaðu sparingunum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026.
Almannaverkið upplýsir, at tey vanliga hoyra borgarar, avvarðandi og avvarðandi feløg í sambandi við broytingar í tilboðum, sum hava ávirkan á borgarar.
Borgarar og avvarðandi vórðu tó ikki hoyrd í tí ítøkiliga málinum, áðrenn avgerð varð tikin um at flyta virksemið. Orsøkin, sum Almannaverkið vísir á, er at talan var um umskipan í sambandi við fíggjarlógaruppskotið, og at arbeiðið við lógaruppskotinum var fevnt av tagnarskyldu, inntil tað varð lagt fyri Løgtingið.
Ein kunningarætlan varð sambært Almannaverkinum løgd at byrja 6. oktober 2025. Ætlanirnar um broytingarnar komu tó alment út longu 30.september 2025, tá uppskotið til Fíggjarlóg fyri 2026 varð lagt á heimasíðuna hjá Løgtinginum.
Henda ítøkiliga lýsingin kom óvart á Almannaverkið og hevði við sær, at upprunaliga kunningarætlanin ikki kundi fremjast sum ætlað, men mátti framskundast orsakað av tíðarneyð.
Tann 1. oktober 2025 varð kunnandi fundur hildin við Javna, og 2. oktober 2025 við Heilafelagið og starvsfólk á Frítíðarheiminum. Síðani vórðu individuellar samrøður hildnar við starvsfólk, og skriv varð sent borgarum og avvarðandi fyri at kunna tey skjótast gjørligt. Uppfylgjandi samrøður hava eisini verið.
Bæði Almannaverkið og Almanna- og heilsumálaráðið hava harmast, at kunningin um umskipanina kom út alment við fíggjarlógaruppskotinum, áðrenn borgarar og avvarðandi vóru kunnað.
Almanna- og Heilsumálaráðið vísir á, at tað er uppgávan hjá Almannaverkinum at kunna og hoyra borgarar, tá tænastur verða umskipaðar. Samstundis byggir politiska avgerðin á fakligu og fíggjarligu metingina hjá Almannaverkinum.
Niðurstøða
Brekumboðið staðfestir, at borgarar, avvarðandi og feløg hjá fólki, ið bera brek, vórðu ikki hoyrd í tilgongdini, tá broytingar vórðu gjørdar á Frítíðarheiminum í Havn og á Virknis- og Umlættingardeplinum á Sandi.
Sambært Brekrættindasáttmálanum skulu serlig atlit takast, tá talan er um fólk, ið bera brek.
Brekumboðið metir, at hvørki Almannaverkið ella táverandi Almanna- og Mentamálaráðið hava virt hesa skyldu til fulnar í tilgongdini í hesum málinum.
Almannaverkið skal tryggja, at krøv og skyldur um kunning og hoyring verða fylgd, ikki minst í málum, ið viðvíkja bústaðarviðurskiftum og umlættingartilboðum.
Brekumboðið vil tó leggja dent á, at eisini aðalráð eiga at hava Brekrættindasáttmálan í huga, tá avgerðir verða tiknar, ið kunna ávirka viðurskifti hjá fólki, ið bera brek.
Brekumboðið staðfestir harumframt, at samskiftið og tilrættaleggingin í tilgongdini millum Almannaverkið og aðalráðið ikki í nóg stóran mun hevur tikið atlit til ásetingarnar í Brekrættindasáttmálanum.
Brekumboðið heldur, at vantandi kunning og hoyring av avvarandi pørtum í málinum staðfesta, at handfaringin og tilgongdin hevur ikki verið nøktandi.
Brekumboðið metir tískil ikki, at handfaringin er í trá við grein 4 stk.3. í Brekrættindasáttmálan, sum ásetur, at limalondini skulu leita sær ráð hjá fólki, ið bera brek, tá tað ræður um viðurskifti hjá teimum.
Samanumtikið metir Brekumboðið, at tilgongdin í samband við kunningina um broytingarnar ikki var nøktandi.
Tað, at kunningin um broytingarnar av misgáum varð almannakunngjørd við fíggjarlógaruppskotinum, áðrenn borgarar og avvarðandi vóru beinleiðis kunnaði, er sera óheppið. Hetta hevur elvt til óvissu og sett tey í eina torføra støðu.
Brekumboðið leggur dent á, at tað eigur at vera ein sjálvsøgd fortreyt, at borgarar og avvarðandi, sum verða beinleiðis ávirkaði av slíkum avgerðum, verða kunnaði rættstundis og á skipaðan hátt.
Brekumboðið heitir tí staðiliga á Almannaverkið og Almanna- og Heilsumálaráðið um at tryggja greiðar mannagongdir fyri kunning og hoyring, soleiðis at líknandi støður ikki endurtaka seg.
Klaksvík tann 17. Februar 2026
Eilif Magnusson Arge,
Brekumboð