Ólavsøkan fyri øll
Ólavsøkan eigur at vera fyri øll, eisini fólk, ið bera brek. Tí fer Brekumboðið at minna fyrireikarar, myndugleikar og luttakarar á, at hava hetta í huga.
Skjótt savnast túsundtals fólk íHavn at halda ólavsøku.
Brekumboðið vil minna fyrireikarar, myndugleikar og luttakarar á, at ólavsøkan eisini skal rúma fólki, ið bera brek.
Tað merkir millum annað at:
· tryggja góða atkomu til tiltøk og øki
· hava nøktandi vesifasilitetir
· hava teknmálstulk á almennum tiltøkum og sjónvarpssendingum
· blind og sjónveik fáa kunning og sleppa fram uttan forðingar
· taka neyðug atlit, so øll kunnu vera við og sleppa at taka lut
Tað krevur ofta bara smærri fyrireikingar, men tær gerastóran mun – fyri nógv.
Ólavsøkan eigur at vera fyri øll.
Góða ólavsøku.