Summartiltøk fyri øll

Brekumboðið
27 May 2026

Nú summarið nærkast, og nógv tiltøk verða fyriskipaði kring landið, fer Brekumboðið at heita á bæði almennar og privatar fyrireikarar um at hava atkomu- og luttøkumøguleikar hjá fólki, ið bera brek, í huga.

Tað kann snúgva seg um atkomuviðurskifti, hóskandi vesir, parkeringsviðurskifti, góðar ferðaleiðir fyri fólk við rørslutarni ella sjónbreki, tulking til fólk við hoyribreki, hvíliøkir og onnur neyðug átøk, ið gera tað møguligt hjá fleiri at taka lut.

Eisini er umráðandi, at kunning um tiltøk og atkomuviðurskifti er greið og løtt at finna frammanundan, so fólk hava møguleika at fyrireika seg.

Hvørji átøk eru neyðug, velst sjálvandi um tiltakið. Kortini eigur grundhugsjónin altíð at vera, at øll kunnu vera við.

Sambært brekrættindasáttmálanum hjá ST eiga fólk, ið bera brek, sama rætt sum onnur at taka lut í mentanarlívi, frítíðarlívi, ítrótti og øðrum almennum tiltøkum.

Góð atkomuviðurskifti gagna ikki bara fólki, ið bera brek — tey gera tiltøk betri fyri øll.

Eru ivamál ella spurningar, eru fyrireikarar vælkomnir at venda sær til Brekumboðið at fáa ráðgeving og vegleiðing.