Tiltak um rúmliga arbeiðsmarknaðin

Brekumboðið
14 September 2026

19.oktobur verður tiltak um rúmliga arbeiðsmarknaðin. TIltakið er í Smæruni í Havn. Framløgur og pallborðsfundur eru á skránni.

Brekumboðið skipar 19. oktobur fyri tiltaki um rúmliga arbeiðsmarknaðin.

Fólk, ið hava skerdan førleika, hava ofta torførari at sleppa inn á arbeiðsmarknaðin enn onnur.

Hvussu fáa vit ein arbeiðsmarknað, sum eisini rúmar fólki, ið hava skerdar førleikar? Tað spyrja vit á tiltakinum.

Á tiltakinum fer Javni at leggja fram nýggja frágreiðing.

Elin Ludvig, stjóri í Dugna, fer at greiða frá, hvussu Dugni hjálpir fólki við at menna arbeiðsevni síni.

Eisini fer Gestur Hovgaard at greiða frá IPS-leistinum og einari kanning um evnið, sum hann í løtuni arbeiðir við, og um hvussu IPS kann stuðla undir einum rúmligari arbeiðsmarknaði.

Vinnuhúsið fer at greiða frá, hvat privati arbeiðsmarknaðurin kann gera fyri at fáa fólk, við skerdum førleikum, í starv, og um hvørjar avbjóðingar og møguleikar arbeiðsgevarar síggja í hesum.

Pallborðsfundur er eisini við yvirskriftini Hvussu gera vit arbeiðsmarknaðin rúmligari?

Luttakarar eru Margit Stóra, landsstýriskvinna í almannamálum, Ása Olsen, forkvinna í MEGD, Gestur Hovgaard, granskari, Sirið Steenberg, forkvinna í Tjóðveldi, og fyrrverandi landsstýriskvinna í Almannamálum, og Niels Winther, stjóri i Vinnuhúsið.

Tiltakið er í Smæruni í Havn 19.oktobur frá klokkan 13 til klokkan 1530.

Tiltakið er alment og ókeypis, men heitt verður á fólk um atboða frá luttøku á brekumbod@brekumbod.fo

‍