TEMA: ST - sáttmálin

Sáttmálin hjá ST um rættindi hjá fólki, ið bera brek, hevur nógvar ymiskar ásetingar um, hvussu fólk, ið bera brek, fáa somu rættindi, sum onnur.

Í hesum temapartinum fara vit komandi vikurnar at viðgera nøkur teirra í stuttum brotum.

Mál og samskifti

Fólk, ið bera brek kunnu hava ørvísi samskiftishættir enn onnur. Tí er umráðandi at hava hetta í huga.

Men mál og samskifti eru breið hugtøk.

Samskifti snýr seg um nógv ymisk viðurskifti. Tað snýr seg bæði um beinleiðis talu, men eisini um blindskrift, teknmál, tekstir og annað.

Í sáttmálanum stendur millum annað at samskifti er: “... at skilja sum mál, tekstsýning, blindaskrift (Braille),samskifti við punktskrift og nerting, stórstavaprent, tøkar margmiðlar, skrivligar og ljóðligar hættir, vanligt mál, tekstir, ið fólk lesa upp, snið, ið víkja frá og eru vaksin um, samskiftistól og samskiftishættir, sum eisini fevna um tøka kunningar – og samskiftistøkni.”

Um mál verður sagt soleiðis: ”hugtakið ”mál” er skilja sum talað mál, teknmál og onnur ikki-talað mál.”

TEMA: ST - sáttmálin

Tú hevur eisini rættindi

Føroyar hava tikið undir við Brekrættindasáttmálanum hjá ST.

Tí hava Føroyar eisini bundið seg at fylgja honum.

Fólk, ið bera brek, hava somu rættindi sum øll onnur.

Uppgávan hjá Brekumboðnum er at arbeiða fyri, at hetta eisini verður framt í verki.

Hvussu fáa vit hjálpt tær?

Brekumboðið er sett á stovn fyri at stuðla og kunna. Vit lurta, geva ráð og virka vegna teirra, sum hava tørv á verju av sínum rættindum.

Vit ráðgeva

Vit lurta, ráðgeva og arbeiða fyri tínum rættindum — hvønn einasta dag. Ring ella skriva bara til okkum.

Vit verja rættindi

Vit arbeiða fyri at verja tíni rættindi sambært altjóða brekrættindasáttmálanum og føroyskum lógum.

Vit kunna

Vit veita kunning um tíni rættindi og hvussu tú fært atgongd til tann stuðul, tú hevur tørv á.